Sjálvsræði krevur meira enn vakur orð. Tað krevur ftøkiligar møguleikar fyri øll.
Sjálvsræði er tengt at frælsi, og tú ert ikki veruliga frælsur, um tú ikki hevur ráð at flyta heimanfrá, fáa tín egna bústað og liva títt egna lív.
Eg stilli ikki upp til eitt val — eg stilli upp fyri eina framtíð, har øll hava møguleika at standa á egnum beinum.
Tað er ikki tey ríku og tey fátæku — tað er ríku sum eiga og vit sum leiga. Bústaðarskilda og ognarskattur kunnu letta byrðina hjá vanliga fólkinum. Tey sum hava ráð at eiga meira enn eitt hús, hava ráð at gera meira fyri samfelagið.
Sjálvsræði krevur meira enn vakur orð — tað krevur ftøkiligar møguleikar. Eg góðtaki ikki, at sjálvsræði verður eitt serrætti hjá teimum fáu, ið hava ráð til tað. Eitt gott samfelag skal geva øllum fólki veruligan møguleika at liva sjálvstøðugt.
Bústaðarspurningurnin er ikki bara um fermetrar og prísir — hann er ein spurningur um rættvísi, um virðing, um hvør sleppur at standa á egnum beinum. Lógin skal gagna borgaranum, ikki raðfesta tey ríku.
Etnisku málini eru so mikið vigtig — tað er tað, sum definerar okkum sum fólk. Tað er ikki bara ein vinnuligur mál í skúlunum. Føroyska málið er sjálin hjá okkara tjóð, og tað skal verjast og fremjast.
Eg eri 35 ára gamal, pápi, maki og stilli upp, tí eg trúgvi, at politikkur skal geva fólki veruligt frælsi í gerandisdegnum. Fyri meg snýr tað seg um rættvísi, javnstøðu og sjálvsræði — um rættin at liva sítt egna lív á egnum treytum.
Eg havi verið virkin í almenna kjakinum um fosturtøku, tí eg haldi, at eingin skal fáa sjálvsavgerðarættin tiknan frá sær. Samstundis lesi eg master í samfelagsvísindum, har eg havi arbeitt nógv við spurningum um ójavna og sjálvsræði — kynsligan, búskaparligan og sosialan.
Eg stilli upp, tí sjálvsræði ikki bara snýr seg um rættindi á pappíri, men eisini um veruligar møguleikar í lívinum. Tú ert ikki veruliga frælsur, um tú ikki hevur ráð at standa á egnum beinum. Tí vil eg bæði verja tey rættindi, vit hava vunnið, og arbeiða fyri einum samfelagi, har fleiri fáa møguleikan at liva sjálvstøðugt og virðiliga.
Sí og hoyr hvat Pætur hevur at siga um tey mál, sum liggja honum á hjarta.
Nú siggja vit, hvat veruliga stendur upp á spæl. Meðan formaðurin í Fólkaflokkinum roynir at geva fólki ta fatan, at fósturtalógin liggur føst, boða fleiri av hansara egnu valevnum frá, at tey vilja nulla hana aftur. Tað er ikki bara tvískin. Tað er eitt beinleiðis álop á sjálvsræði hjá kvinnum í Føroyum.
Henda lógin er grundleggjandi. Hon snýr seg um eitt einfalt prinsipp: at kvinnur eru færar fyri at takna egnar avgørðir um egið lív, egnan kropp og egna framtíð. Sum ein vísur maður segði: «Kvinnan er klauk.» Tað áttu fleiri politikarar at skilja.
Tú kanst ikki siga, at tú stríðist fyri Føroyum, meðan tú samstundis stríðist ímóti kvinnunum í Føroyum. Tey, sum vilja taka hesi rættindi aftur, stríðast ikki fyri frælsi. Tey stríðast fyri meira vald yvir lívinum hjá øðrum.
Eg fari, valdur ella ikki valdur, at stríðast til tað síðsta fyri sjálvsræði hjá føroyska fólkinum. Tí rættindi, sum ikki verða vard, verða líkin aftur.
Eg fari at stríðast fyri teg, meg og Føroyar.
X við Pætur. X við E.